Ongi úrslit

Rættiliga nógv fólk á G - men tað var friðarligt

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Tað var rættiliga nógv fólk á G-festivalinum í góðveðrinum í nátt. Men løgreglan sigur, at tað var eisini rættiliga friðarligt.

Løgreglan sigur, at onkran smáar ósemjur tóku seg upp ímillum fólk, men tær vórðu loystar við at partarnir vórðu sendir í hvør sína ætt og so varð ikki meiri gjørt burtur úr tí.

Annars hevur G-festivalurin sjálvur nógv vaktarfólk so tey taka sær av tí, sum kemur upp inni á festivaløkinum, men løgreglan hevur eingi harðskapsmál, ella onnur mál úr Gøtu í nátt.

Tað hevur eisini verið friðarligt alla aðrastaðni, sigur løgreglan.

Annars fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra alt ov skjótt og ein fekk 1.000 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at tosa í fartelefon ímeðan hann koyrdi.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

Í gjár kl. 09:59

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57