Fab Lab Vágur fer í november 2026 at seta upp RÁK Lab, eina royndarverkætlan, sum skal kanna, hvussu burturkaststilfar kann verða gjørt til nýggjar vørur.
Í fyrsta umfari verður dentur lagdur á plast. Eitt toymi við tveimum fólkum skal í tvær vikur arbeiða fulla tíð við at seta upp eitt fyribils verkstað. Har skulu tey royna at knúsa, bræða og forma plast og menna tær fyrstu frumgerðirnar.
Endamálið er at minka um dálking og samstundis skapa nýtt virði úr tilfari, sum annars hevði endað sum burturkast.
Næmingar skulu rudda og menna
RÁK Lab skal eisini skipa fyri royndarverkstovum saman við næmingum úr Vágs skúla. Strandarudding verður partur av arbeiðinum, og ætlanin er at nýta innsavnaða tilfarið í royndum við endurnýtslu og nýskapan.
Eitt fyribils verkstað skal gerast við plássi til maskinur, útgerð og framsýningar. Har skulu borgarar kunna læra, royna hugskot og taka lut í verkætlanini.
RÁK Lab er partur av einari størri ætlan hjá Fab Lab Vági. Komandi árini skal kannast, hvussu staðbundið tilfeingi og burturkast kunnu nýtast í skapandi framleiðslu.
Vilja fáa lokalsamfelagið við
Fab Lab Vágur arbeiðir longu við plasti, ull og tara. Verkstaðurin hevur millum annað 3D-prentarar, leyserskerar, CNC-maskinur og aðra talgilda framleiðslutøkni.
Sambært Vágs kommunu skal RÁK Lab eisini skapa undirtøku fyri einum felags átaki, sum økir tilvitanina, styrkir samstarvið og stuðlar einari burðardyggari framtíð. Verkætlanin heitir nú á fólk um at stuðla fyrsta stiginum.