Ongi úrslit

Rentan hækkar, men húsarhald eru ikki verri fyri

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Fíggjarstøðan hjá húsarhaldum kring landið er ikki versnað hesa seinastu tíðina, hóast rentan er hækkað.

Tað eru boðini, Landsbankin hevur fingið frá bankunum.

Bankarnir vænta heldur ikki, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum fer at versna nú fjórða ársfjórðingi í ár, hóast rentuhækkingar økja um kostnaðirnar hjá kundunum,

 Bankarnir siga, at eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir fígging vaks eitt sindur í triðja ársfjórðingi í ár, men hinvegin vænta tey at eftirspurningurin fer at minka aftur nú í fjórða ársfjórðingi, og tað er tí at rentan hækkar.

Stabbarnir í myndini vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera ársfjórðingi, og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04