Heimsins fyrsti skipstunnil skal ganga 1,7 kilometrar ígjøgnum Stadlandið í Vesturnoregi. Endamálið er at geva skipum eina tryggari farleið fram við Stadhavinum, sum verður lýst sum vandamesta og mest veðurharða havøkið við norsku strondina.
Sambært Stad skipstunnel/Måløy Vekst eru summi ár skrásettir fleiri enn 100 ódnardagar á leiðini. Aldurnar kunnu gerast upp í 30 metrar høgar. Síðan seinna heimsbardaga eru 34 fólk druknað í skipsvanlukkum á Stadhavinum.
Átta av tíggju skipum kunnu nýta tunnilin
Tunnilin verður 37 metrar høgur og fær eina siglingarbreidd á 26,5 metrar og eina siglingardýpd á 12 metrar. Sambært Kystverket kunnu umleið 80 prosent av núverandi skipaferðsluni nýta tunnilin.
Tað verður ókeypis at sigla ígjøgnum. Skipini fáa ásettar siglingartíðir frá einari ferðslumiðstøð, og vinnulig ferðsla verður raðfest.
Útlátið kann minka munandi
Útrokningar vísa, at skip kunnu brúka upp í 60 prosent minni brennievni á leiðini. Harvið kann CO₂-útlátið eisini minka munandi.
Tunnilin skal samstundis gera tað lættari at flyta fisk og annan farm av vegunum og út á sjógv. Í dag verða skip, fiskiskip og alibátar javnan seinkað av ringum veðri.
Kostnaðurin er vaksin nógv
Stórtingið samtykti verkætlanina í 2021. Í 2023 varð stýringarkarmurin hækkaður úr 3,45 milliardum NOK, umleið 2,35 milliardum DKK, í 5,652 milliardir NOK, umleið 3,84 milliardir DKK.
Kommunur og vinnulív hava harumframt brúkt umleið 70 milliónir NOK, svarandi til 47,6 milliónir DKK, til skipanararbeiði og ætlanir um nýggj vinnuøki.