Granskarar á Firum hava saman við Hiddenfjord givið út eina nýggja vísindaliga grein í altjóða tíðarritinum Aquaculture um lúsaát hjá rognkelsum. Greinin byggir á magakanningar av 28.677 rognkelsum á føroyskum alibrúkum hjá Hiddenfjord og Mowi frá 2015 til 2025. Hetta er eitt av størstu dátugrundarløgunum í heiminum, sum higartil eru nýtt til at kanna lúsaát hjá rognkelsum.
Lúsin er stór avbjóðing
Laksalús er ein stór og áhaldandi avbjóðing fyri alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Rognkelsi verða sett út saman við laksi fyri at eta laksalýs, men royndir vísa, at úrslitini kunnu vera sera ymisk.
Kanningin vísir, at lúsastøðan á laksinum, støddin og kropsstøðan hjá rognkelsunum og onnur føði í sjónum hava stóran týdning.
Hvalspýggja kann órógva
Serliga bendir kanningin á, at nógv hvalspýggja í sjónum kann minka um áhugan hjá rognkelsum fyri laksalús.
Úrslitini kunnu gera nýtsluna av rognkelsum meiri málrættaða og geva alivinnuni betri grundarlag fyri avgerðum um útseting, røkt og rakstur.
Sandra Ljósá Østerø, granskari á Firum, er høvuðshøvundur.