Ongi úrslit

Rógvi fer at verja Ph.d ritgerðina

Verjan hjá Rógva Olavsson verður fríggjadagin 13. november í Kongshøll

setur.fo
41 minuttir síðan

Fríggjadagin 13. november verjir Rógvi Olavson sína ph.d.-ritgerð við heitinum: “Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands”.

Verjan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn klokkan 13:00.

Sum ph.d.-lesandi hevur Rógvi Olavson verið innskrivaður og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðaratoymið
Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Setrinum, høvuðsvegleiðari
Are Vegard Haug, professari á Oslo Metropolitan University, hjávegleiðari

Metingarnevndin

Hans Andrias Sølvará, professari á Fróðskaparsetri Føroya, forfólk
Lise Hellebø Rykkja, professari á Universitetet i Bergen
Carsten Jensen, professari á Aarhus Universiteti

Samandráttur
Lesið samandráttin av ritgerðini HER.

Verjan verður á enskum máli.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

17 tímar síðan

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Nógv boð um stormskaða í dag

14. oktober kl. 17:24

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40