Tilnevningin leggur serligan dent á, at Rótin ger burðardygd til ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá næmingunum. Skúlin verður lýstur sum ein ungdóms- og eftirskúli, har norðurlendsk virði um burðardygd, felagsskap og virðing fyri náttúruni verða gjørd til ítøkiliga handling.
Læra við hondunum
Á Rótini læra næmingarnir ikki bara um umhvørvi og veðurlag í ástøði. Teir arbeiða eisini við praktiskum royndum og dagligum valum.
Undirvísingin tekur støði í náttúruni, árstíðunum og tilfeinginum rundan um næmingarnar. Teir læra at minka um spill, virðismeta rávørur og tilfar, umvæla, endurnýta og skapa nýtt úr tí, sum longu er til.
Rótin bjóðar eisini uppihald og skeið í millum annað sniðgeving, binding, matgerð og skapandi handverki. Felags fyri virksemið er, at tað byggir á staðbundið tilfeingi, burðardyggar meginreglur og norðurlendskar handverkstraditiónir.
Vinnarin verður kunngjørdur í oktober
Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin fyrstu ferð í 1995. Hon heiðrar fyritøkur, felagsskapir og einstaklingar, sum hava gjørt eitt serligt arbeiði fyri umhvørvið. Í ár komu 53 uppskot inn.
Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober. Virðislønin er 300.000 krónur og verður handað á Norðurlandaráðsins setu í Helsingfors 28. oktober.