Samgongan torir ikki at siga fiskivinnu-samstarvið við Russland upp

– Tað er Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, púra sannførdur um

Áki Bertholdsen
1. august 2023 kl. 15:39

Landsstýrið fer ikki at siga fiskiveiðivtaluna við Russland, upp. Tað er Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, púra sannførdur um.

Bæði ES, og onnur lond, hava sett strong handilstiltøk í verk ímóti Russlandi fyri at leggj trýst á russisku myndugleikarnar eftir innrásina í Ukraina.

Men borgarstjórin í Runavík segði í Stjórnini á FM1, síðani hava øll lond funnið út av, er, hvussu tey framhaldandi kunnu útflyta til Russlands. Tí ístaðin fyri at útflyta beinleiðis til Russland, eru tey heldur farin at útflyta til øll tey gomlu londini í Sovjettsamveldinum, sum handilsavtalu við Russland.

– Eitt nú hevur Týskland, upp á eitt ár, økt útflutningin til Kirgisistan næstan túsund prosent, sigur Tórbjørn Jacobsen. 

Hetta eru alt vørur, sum verða útfluttar til Kirgisistan, men sum so aftur verða útfluttar úr Kirgisistan til Russlands. Soleiðis heldur týski útflutningurin til Russlands fram - uttan at handilstiltøkini, ES hevur samtykt, verða brotin, tí á pappírinum verður ikki útflutt til Russlands.

Somuleiðis verður toskur frá russiskum skipum, umskipað í Norra og síðani verður hann sendur á fiskavirki í Norðurjútlandi. Haðani verður so fiskur fyri milliardir útfluttur ymsastaðni, hóast talan, í roynd og veru, er um russiskan fisk.

– Men hjá Føroyskum myndugleikunum er tað etikkur og moralur, sum er í hásæti og tað fáa vit einki gjørt við, helt Tórbjørn Jacobsen speiskliga fyri.

Men hann væntar kortini ikki, at samgongan fer at slíta fiskiveiðiavtaluna við Russland. 

– Gera tey tað, ja so fer at standa á, heldur Tórbjørn Jacobsen.