Ongi úrslit

Seinasta árið er stættarmunurin í Føroyum minkaður eitt vet

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 10:26

Føroyar eru framvegis tað samfelagið um okkara leiðir, har stættamunurin er minst - og sostatt eru Føroyar eisini tað javnaðast samfelagið í verðini.

Tøl frá Hagstovuni vísa, at í fleiri ár er gini-talið í Føroyum kvinkað uppeftir, men í 2024, sum er tann nýggjasta uppgerðin, lækkaði tað aftur eitt vet.

Gini-talið vísir, hvussu javnt inntøkurnar í landinum eru býttar. Hava øll somu inntøku, er gini-talið 0, og er tað eitt húski, sum hevur alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100. 

Í 2023 var gini-talið 22,6, men í 2024 lækkaði tað niður í 21,8. Tað er fýra ár síðani, at gini-talið kvinkar niðureftir, sigur Hagstovan.

Ginitalið er eitt sindur størri hjá monnum tí í 2024 var gini-talið hjá monnum 22 og hjá kvinnum var tað 21,5.

Uppgerðin vísir, at hesi seinastu tíggju árini hevur gini-talið, tey allarflestu árini, ligið ímillum 21 og 23. 

Gini-tølini vísa, at stættarmunurin er minni í Føroyum enn hann er í øðrum londum.

Í Danmark og Svøríki er gini-talið 28-29 og fyri ES londini sum heild er gini-talið 29 í miðal.

Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, tí har er tað 34.

Tað er eitt lítið sindur av muni á, alt eftir hvar í landinum fólk búgva. Sum tað sæst á myndini niðan fyri, er Gini-talið eitt sindur hægri í Sandoynni enn tað er í restini av landinum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57