Nógv vænta, at lívið verður sum áður, tá krabbameinsviðgerðin er liðug. Hjá mongum byrjar tó eitt nýtt og krevjandi tíðarskeið.
Hósdagin 3. september klokkan 18 skipar Krabbameinsfelagið fyri tiltaki á Hotel Føroyum um seinfylgjur eftir krabbamein. Fyrilesturin er ætlaður fólki, sum liva við seinfylgjum, avvarðandi teirra og øðrum áhugaðum.
Ósjónligar avleiðingar
Varandi møði, ótti, órógv, stúran og einsemi kunnu seta djúp spor. Eisini samleiki, sjálvsfatan, sambond og lívsgóðska kunnu broytast, hóast viðgerðin er liðug.
Inge Kaldahl fer at greiða frá mentalari meistran og geva ítøkilig amboð til at skilja egnar reaktiónir og finna fótafestið aftur.
– Tað snýr seg ikki um at gerast tann, sum tú vart áðrenn sjúkuna. Tað snýr seg um at gerast tilvitað um tann, tú ert vorðin, skrivar Krabbameinsfelagið.
Inge Kaldahl hevur meira enn 30 ára royndir við fólki, sum eru rakt av álvarsligari sjúku. Tilmelding fer fram hjá Krabbameinsfelagnum.