Ongi úrslit

Selmar er nýggjur næstformaður í Ráðgevarafelagnum

Árni Jakobsen heldur fram sum formaður, og Selmar Nielsen er nývaldur næstformaður í Ráðgevarafelagnum

industry.fo
14. apríl kl. 15:25

Á aðalfundi í Ráðgevarafelagnum hósdagin 19. mars vórðu Eyðbjørn Brimnes og Selmar Nielsen afturvaldir í nevndina.

Rúni Abrahamsen takkaði fyri seg í nevndini og stillaði tískil ikki uppaftur. Nývaldur í nevndina var Poul Nolsøe Kjølbro Linklett, sum hevur verið tiltakslimur farnu setuna.

Nevndin skipaði seg á nevndarfundi 10. apríl, og hon sær soleiðis út:

  • Árni Jakobsen, formaður

  • Selmar Nielsen, næstformaður

  • Poul Nolsøe Kjølbro Linklett, nevndarlimur

  • Eyðbjørn Brimnes, nevndarlimur

  • Ósbjørn Jacobsen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Andras Ortind og Eyðun Eliasen

Ráðgevarafelagið vil takka Rúna Abrahamsen fyri drúgva tænastu sum nevndarlimur og næstformaður í felagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

18 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57