Ongi úrslit

Sensatión: Týskland er á veg til hús

Paraguay tryggjaði sær pláss í 1/8 finaluni við sigri í brotssparkskapping

Jonhard Hammer
8 tímar síðan

Mest óvæntaða úrslitið í HM kappingini higartil var tað, tá ið Paraguay fyri lítlari løtu síðani sendi Týskland úr kappingini. Tað var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna vinnaran í 1/16 finaluni, og ta kappingina vann Paraguay.

Týskland kendi ikki sína vitjunartíð. Paraguay legði seg á odda 1-0, tá ið ein hálvur tími var farin. Málskjútti var Julio Enciso, sum eftir innlegg úr høgru við høvdinum sendi bóltin í málið.

Paraguay vardi, og tsð eydnaðist væl. Verjan var væl skipað, og týska hugflogið var einki at reypa av. Arsenal spælarin stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Tað var í 54. minutti, og so pressaðu og trýstu týskararnir, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið og so var neyðugt við longdari leiktíð.

Tá eydnaðist tað týskarunum at skora, hildu teir, men dómarin kolldømdi, tá ið Jonathan Tah við høvdinum og eftir horna úr høgru sendi bóltin í málið.

Og so var tað í brotssparkskappingini, at Týskland søplaði alt burtur, og Paraguay vann søguligan sigur. Týskararnir misnýttu tvey av fimm brotspørkum, og tað gjørdi Paraguay eisini. Týski málverjin Neuer bjargaði, og so var neyðugt við eyka skoti, og tá var tað, at Týskland kiksaði fyri triðju ferð, og Paraguay vann seg í 1/8 finaluna.

Í 1/8 finaluni verður mótstøðuliðið vinnarin av dystinum millum Frakland og Svøríki, sum í annaðkvøld spæla í New York.

Henda 1/8 finalan verður nú leygarkvøldið 4. juli klokkan 23 føroyska tíð í Filadelfia.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17