Ongi úrslit

Sev: Heystveðrið lyfti grøna elframleiðslu upp um 74 prosent

Grøna elframleiðslan í Føroyum er vaksin munandi í ár. Vindorka, vatnorka og aðrar varandi orkukeldur standa nú fyri størri parti av elframleiðsluni enn oljan.

© Sev.
Grøna orkuskiftið tekur dik á seg. Vindur, vatn og aðrar varandi orkukeldur hava fyrstu níggju mánaðirnar í ár framleitt meira streym enn oljuverkini.
Edmund Jacobsen
22 minuttir síðan

Grøni parturin av elframleiðsluni í Føroyum er vaksin við knøppum 16 prosentstigum fyrstu níggju mánaðirnar í 2026. Tað vísa nýggj tøl frá Sev.

Frá januar til september komu 53 prosent av streyminum frá varandi orkukeldum, meðan oljuverkini stóðu fyri 47 prosentum.

Vindorka stendur fyri størsta partinum

Vindorka stóð fyri 31 prosentum av samlaðu elframleiðsluni og vatnorka fyri 20 prosentum. Biogass, sólorka og sjóvarfalsorka stóðu tilsamans fyri tveimum prosentum.

Samlaða elframleiðslan vaks samstundis við góðum fýra prosentum samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Góða summarveðrið hevði við sær minni framleiðslu úr vindi og vatni. Men tá heystveðrið kom í september, vaks grøni parturin av elframleiðsluni upp í góð 74 prosent.

Suðuroy hevði 100 samdøgur við grønari orku

Í Suðuroy var øll elframleiðslan grøn í 100 samdøgur. Í meginøkinum vóru knøpp níggju samdøgur við 100 prosent grønari elframleiðslu.

Sólorkan vinnur eisini fram. Fyrstu níggju mánaðirnar framleiddu sólorkuverkini 627.813 kilowatttímar, sum svarar til streymnýtsluna hjá 100 vanligum húsarhaldum.

Umleið 134 sólorkuverk eru nú kring landið.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

18 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

21. oktober kl. 08:36