Ongi úrslit

Sigfríður hevur aftur tveir stuðlar tøkar

Rógvi Egilstoft er aftur í Føroyum og EB/Streymi, og Andras Ó. Olsen er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg

Jonhard Hammer
9 tímar síðan

Klokkan 15 í dag fer bólturin aftur á rull í Meistaradeildini, eftir at tað síðani fyrst í juli hevur verið summarfrí frá landskappingini.

Víkingur, sum ikki hevur tapt í fýra mánaðir, verður gestur hjá EB/Streymi við Margáir.

EB/Streymur hevur í summarsteðginum styrkt seg við Rógva Egilstoft. Gamli kenningurin við nógvu royndunum, sum er førur fyri at spæla miðverji, vongverji og miðvallari, er aftur í Føroyum eftir at hava búð uttanlands. Og so kann tað fara at vísa seg at vera týdningarmikið, at veteranurin og miðverjin Andras Ó. Olsen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaðadarvaður og ikki hevur spælt fyrr í ár.

Teir vóru báðir á vøllinum alla tíðina í gjár, tá ið næstbesta liðið hjá EB/Streymi tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi.

33 ára gamli Rógvi Egilstoft hevur sambært FaroeSoccer spælt 276 landskappingardystir í Meistaradeildini, og 30 ára gamli Andras Ó. Olsen hevur spælt 195 landskappingardystir í bestu deildini.

Hjá EB/Streymi er Gestur Bogason Dam leikbannaður í dag, og hjá Víkingi er Jákup Johansen leikbannaður í dag.

 

 

KÍ-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B68-07 Vestur: Høgni Madsen kl. 17.15

EB/Streymur-Víkingur: Áki L. Hansen kl. 15.00

AB-Skála: Juho Nieminen kl. 15.00

Í morgin

HB-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 18.30

 

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00