Sigrún Gunnarsdóttir fekk í kvøld Sømdargávu landsins, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar í Messuni í Sørvági.
Við sømdargávuni fær hon 20.000 krónur árliga restina av lívinum.
Sigrún Gunnarsdóttir verður heiðrað fyri síni listarligu avrik, sum hava sína byrjan í 1970-árunum.
Hon hevur sostatt verið virkin sum listafólk í meira enn hálva øld.
Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hava útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív.
Sømdargávan er ikki ein eingangsupphædd. Móttakarin fær í staðin 20.000 krónur árliga, so leingi viðkomandi er á lívi.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, stóð fyri handanini í Sørvági í kvøld.