Ongi úrslit

Sild og svartkjaftur norðanfyri: Sildin stendur longur vesturi enn undanfarin ár

Sildin er flutt vestureftir í kanningarøkinum norðan fyri Føroyar, meðan meira svartkjaftur sæst enn í fjør á líknandi kanningarstrikum.

Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 11:00

Havstovan sær broytingar í útbreiðsluni av sild norðan fyri Føroyar. Á túrinum hjá Jákupi Sverra frá 30. apríl til 12. mai stóð sildin serliga í vestara parti av kanningarøkinum og vestur móti Íslandi.

Lítið var av sild eystur móti markinum, men heldur meira var norðan fyri Føroyar og vestureftir. Tað er øðrvísi enn tey seinastu trý til fýra árini.

Eldri árgangur ber stovnin

Aldursgreiningin vísir, at 2016-árgangurin framvegis er umleið helvtin av vaksna sildastovninum í økinum. Samstundis er 2021-árgangurin so smátt farin at koma vestureftir.

Størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum. Nakað av sild var eisini at síggja á syðstu strikuni eysturi á Fugloyartunguni.

Meira svartkjaftur sæst

Svartkjaftur var at síggja á føroyska landgrunninum, útav eystureftir, á Íslandsrygginum og sunnarlaga í altjóða øki.

Har kanningarstrikurnar líktust teimum í fjør, sást meira svartkjaftur í ár. Meginparturin av svartkjaftinum var eitt og tvey ára gamal.

Samlaða nøgdin av sild og svartkjafti verður ikki greið, fyrr enn tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57