Ongi úrslit

Sirið Stenberg er stúrin

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
5 tímar síðan

Sirið Stenberg er stúrin, sigur Kringvarpið. Hon er stúrin um, at sparingar í heilsuverkinum fara at raka sjúklingar, og eisini kunnu sparingarnar ganga útyvir menningina, sum hevur verið í sjúkrahúsverkinum tey seinastu árini.

Men álvaratos! Hvat annað hevði forkvinnan í Tjóðveldi roknað við?

Veit hon ikki av, at hon og hennara flokkur hava valt at minka inntøkurnar hjá landskassanum við meira enn hálvari milliard um árið?

Hildu tey í Tjóðveldi, at tey kundu gera hetta, uttan at tað fór at ganga útyvir vælferðartænasturnar í Føroyum?

Vita Sirið Stenberg og Tjóðveldi ikki av, at bara frá 2001 til 2003 (tá tey byrjaðu at lækka ríkisveitingina), minkaði avlopið hjá landskassanum við 675 mió. krónum (úr 697 mió. niður í 22 mió. krónur)?

Vita tey ikki av, at síðani 2002 hevur landskassin havt eitt meðal undirskot á umleið 80 mió. krónur um árið - altso samanlagt umleið tvær milliardir krónur í halli?

Vita tey ikki av, at seinastu trý árini (meðan tey vóru í samgongu) hevði landskassin í meðal 125 mió. krónur í halli um árið?

Vita tey ikki av, at fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár hevur næstan einki avlop (hóast sparingar) í allar bestu tíð?

- Hevur eingin sagt teimum, at loysingarpolitikkur kostar?

Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

Í gjár kl. 23:20

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18

Ætla at fara undir tunnilin seint næsta ár - ella tíðliga í 2028

16. oktober kl. 08:59