Føroyska Sjúkrahúsverkið skal mennast til eitt universitetssjúkrahús. Tað er eitt av høvuðsmálunum í nýggju strategini fyri 2026-2030, sum skal seta kósina fyri Sjúkrahúsverkið komandi árini.
Strategiin leggur upp til tættari samstarv millum Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Endamálið er at tryggja sjúklingum betri og meira samanhangandi viðgerð, sama hvar í landinum teir búgva.
Gransking og útbúgving skulu styrkjast
Eitt týðandi mál er at menna gransking, útbúgving og nýskapan.
Sjúkrahúsverkið ætlar at styrkja samstarvið við Fróðskaparsetur Føroya og onnur granskingar- og útbúgvingarstøð. Samstundis skulu betri karmar skapast fyri gransking og útbúgving innan sjúkraviðgerð.
Málið er, at gransking og nýggj vitan í størri mun skulu gerast ein natúrligur partur av dagliga arbeiðinum á sjúkrahúsunum.
Fleiri eldri og sjúk seta nýggj krøv
Ætlanirnar koma samstundis, sum talið á eldri borgarum og fólki við varandi sjúkum veksur. Hetta setur størri krøv til heilsuverkið.
Strategiin fevnir um 15 átøk innan sjúkugreining og viðgerð, nýskapan og gransking, arbeiðsumstøður og starvsfólkamenning.
Millum ætlanirnar eru fleiri heilsutænastur nærri borgarunum, betri sjúklingagongdir, styrkt bráðfeingisviðgerð og økt vitlíkisnýtsla.
Eisini skulu starvsfólk fáa betri møguleikar at menna sínar førleikar. Samstundis skal størri dentur leggjast á at varðveita starvsfólk og fáa nýggj fólk í starv.
Sjúkrahúsverkið leggur dent á, at strategiin ikki skapar broytingar av sær sjálvari. Tað krevur felags arbeiði og samstarv millum sjúkrahúsini og starvsfólkini.