Ítróttarhøllin á Skála skal nú gerast klár til Betri Oyggjaleikirnar í 2027.
Býráðið hevur samtykt eina eykajáttan upp á slakar fýra milliónir krónur, so høllin kann lúka krøvini til stóra ítróttatiltakið. Ætlanin er, at partar av leikunum skulu vera á Skála.
Nýggj ljós-, hita- og ventilatiónsskipan
Sáttmálar eru skrivaðir undir við El-Service P/F og Zacharis Leitisstein.
El-Service skal taka sær av ljósskipanini, meðan Zacharis Leitisstein skal gera nýggja ventilatións- og hitaskipan. John Eli Olsen og Artur Johansen skrivaðu undir fyri ávikavist El-Service og Zacharis Leitisstein.
Føroyar verða vertir fyri stórum leikum
Føroyar verða vertir fyri Betri Oyggjaleikunum í 2027. Talan verður um higartil størsta tiltak í Føroyum, og væntað verður, at 2.500–3.000 gestir koma til landið.
Føroyar skuldu upprunaliga vera vertir í 2031, men í desember 2023 bað IIGA Føroyar taka leikurnar longu í 2027. ÍSF játtaði beinanvegin, og fyrireikingarnar fóru síðani í gongd.