Ein heldur óvanlig hending í amerikanska statinum Virginia hevur fingið óvæntaðar avleiðingar. Ein vaskibjørn, sum í desember í fjør gjørdi stóran skaða í einum rúsdrekkahandli, hevur nú hjálpt djóraskýlinum Hanover County Animal Protection and Shelter at savna meira enn 290.000 dollarar, svarandi til umleið 1,96 milliónir danskar krónur.
Drakk seg skít og sovnaði við vesið
Vaskibjørnin hevði verið inni í rúsdrekkahandlinum Ashland ABC Store, har hon hevði fingið fatur á upp í 14 fløskum við rúsdrekka, millum annað rommi og sterkum heimagjørdum brennivíni.
Eftir at hava gjørt stóran skaða í handlinum varð vaskibjørnurin funnin sovandi á gólvinum við vesið.
Myndirnar av fullu bjørnini vórðu skjótt deildar á netinum, og djóraskýlið gjørdi sær dælt av stóra áhuganum.
Skýlið fór at selja klæði við mynd av vaskibjørninum og áskriftini „Trashed Panda“.
Pengarnir skulu hjálpa øðrum djórum
Sølan hevur givið meira enn 290.000 dollarar. Tað er meira enn 14 ferðir so nógv, sum skýlið vanliga fær í stuðli um árið.
– Vit høvdu ongantíð ímyndað okkum, at ein vaskibjørn kundi gera hetta fyri okkum, sigur Jeffrey Parker, leiðari fyri djóraverndina.
Pengarnir skulu millum annað brúkast til kroppskamera til átta starvsfólk, sum kanna mál um djóramisrøkt.
Skýlið hevur framvegis umleið 140.000 dollarar, svarandi til 946.000 krónur, eftir og umhugsar at stovna ein neyðgrunn, sum kann hjálpa skaddum djórum.
Vaskibjørnurin varð annars slept aftur út í náttúruna, tá hon var vorðin edrú.
