Eitt dramatisk videobrot av einum farmatoki í eldhavi, er farið um allan heimin seinastu dagarnir.
Tokið var umringað av logum í ógvusligu skógareldunum sum herja í Kanada í løtuni.
Videobrotið er tikið úr førarahúsinum á einum toki hjá Canadian National Railway (CN), sum koyrir gjøgnum skógareldsøkið nær Armstrong í útnyrðings Ontario.
Gjøgnum framrútin síggjast logar á báðum síðum á jarnbreytini, og samstundis koyrir eitt annað farmatok framvið í øvugtari kós gjøgnum roykin.
Sambært CN var manningin flutt burtur í tryggheit, og tokferðslan í økinum var fyribils steðgað. Eingin fólkaskaði hendi.
Umleið 200 skógareldar herja í Ontario, og nógvir eru framvegis ikki undir tamarhaldi. Í øllum juli mánaði hava verið 796 virknir eldar skrásettir.
Túsundtals fólk eru flutt úr heimunum, serliga í avbyrgdum First Nations-samfeløgum, og sløkkilið stríðast framvegis móti logunum. Økið kring Armstrong er millum tey harðast raktu.
Roykurin frá eldunum hevur givið fleiri kanadiskum býum sera vánaliga luftgóðsku og hevur eisini breitt seg yvir partar av USA.
Mynd tikin úr einum cockpitti á flogfari.
Tí kann roykurin eisini fáa týdning fyri HM-finaluna sunnudagin, um luftgóðskan versnar. Enn er tó einki boðað frá um broytingar, men fyrireikararnir fylgja støðuni neyvt.
Um luftgóðskan verður ov vánalig, kunnu serlig trygdartiltøk ella broytingar í skránni gerast neyðug.