Ongi úrslit

Skótarnir skrivaðu søgu: Føroyar hava fingið sjálvstøðugan altjóða limaskap

Føroyska skótarørslan hevur nú fingið sjálvstøðugan limaskap í WAGGGS, heimsfelagsskapinum fyri gentuskótar.

Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í World Association of Girl Guides and Girl Scouts, WAGGGS. Tað varð hátíðarhildið í KFUK í Havn, har nógv fólk vóru komin saman, og Havnar hornorkestur setti dám á løtuna.

Limaskapurin varð samtyktur í Kambodja

Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráði, greiddi frá ferðini til Kambodja, har Føroyar fingu limaskapin við fullari undirtøku frá limalondunum í WAGGGS. Eisini hildu umboð fyri bæði KFUK-skótarnar og SSB-skótarnar røður.

Skótar úr øllum landinum savnaðust

Bæði yngri og eldri skótar úr øllum landinum vóru við til hátíðarhaldið.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu og ynskti føroysku skótarørsluni hjartaliga tillukku. Hann segði, at skótafeløgini, nevndirnar, leiðararnir og tey, sum hava umboðað Føroya Skótaráð í samskiftinum við WAGGGS, øll eiga sín lut í, at málið nú er rokkið.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 23:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49