Í løtuni liggur ein fronsk fregatt í Norðragøtu og í tí sambandi verður nógv virksemi á havnarlagnum nú fyrrapartin.
Tað er manningin á fregattini, sum fer at skipa fyri eini venjing, har tey skulu flyta fleiri gøtufólk frá húsi og heimi.
Løgreglan sigur, at hetta er ein venjing, manningin á fronsku fregattini stendur fyri, og sum løgreglan annars ikki er við í.