Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu. Løgreglan sigur, at tveir bilar komu koyrandi ímóti hvørjum øðrum tá ið annar bilurin - av ólendum orsøkum - endaði á vinstru koyribreyt og stoytti saman við bilinum, sum kom ímóti honum.
Løgreglan sigur, at bilførararnir vóru einsamallir í bilinum og á tó eina bilinum fekst hurðin ikki upp so sløkkiliðið mátti upp í at fáa hurðina upp. Báðir bilførararnir fóru á sjúkrahúsið við pínu í nakkanum, men at síggja til fingu teir ikki nevnivert mein av stoytinum.
Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fingu stóran skaða og mátti flytast av staðnum. Ì sambandi við ferðsluóhappið var ferðslan tarnað eina góða løtu og tað vóru langar bilraðir báðu megin við, áðrenn vegurin varð ruddaður aftur.