Ongi úrslit

So vóru argumentini aftur uppi hjá Helga Abrahamsen

Sirið Stenberg, løgtingskvinna
3 tímar síðan

Góði Helgi.

Onki hevur blokkniðurskurðurin nakað sum helst at gera við sparingarnar í heilsuverkinum.

Nú er tað einaferð soleiðis, at vit eru fleiri sum minnast nøkur ár aftur. Vit minnast hina ferð, tá ið ein samgonga við sambandinum á odda fór til Danmarkar at biðja um hægri blokk. Tíbetur blivu teir vendir í hurðini, men teir fingu so eina prístalsjavning.

Hetta var sama samgonga, sum framdi flatskattin. Tann søguliga stóra skattalættan til hægri inntøkurnar.

Sama samgonga, ið ikki fekk fíggja vælsignaða flatskattin við hækkaðum blokki, fór so í staðin eftir pensjónunum hjá fólki.

Pensjónirnar forskattaði man, og harvið hvurvu inntøkurnar frá framtíðini.  Góði Helgi. Hetta er tað vit nú gjalda ein høgan prís fyri.

Nei, onki fór til heilsuverkið.

Nei, eisini tá lækkaði starvsfólkatalið. Tað er próvfast.

Tey vælbjargaðu fingu sítt, heilsuverkið fekk onki.

Eitt er so sikkurt sum amen í kirkjuni. Og tað er, at Helgi Abrahamsen kvikar sær at snakka um høga blokkin, tá kritikkur rakar Sambandið.

Og tá vita vit, at amboðskassin við skilagóðum argumentum, er tómur.

Tað er púra rætt Helgi. Hesar skilaleysu sparingar á heilsuøkinum eru nemliga truplar at verja sakliga.

Annars Helgi.
 Yvirskot var á fíggjarlógini í fjør við lækkaðum blokki. Og vit gjørdu sparingar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

Í gjár kl. 23:20

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18

Ætla at fara undir tunnilin seint næsta ár - ella tíðliga í 2028

16. oktober kl. 08:59