Ongi úrslit

Sørvágur: Skuldin vaksin við yvir 16 milliónum krónum upp á eitt ár

Sørvágs kommuna hevði í 2025 eina nettoskuld á 20,2 milliónir krónur, hóast kommunan hevði góðar inntøkur og eitt rakstrarúrslit, sum bygdaráðið er væl nøgt við.

© Sørvágs Kommuna.
Edmund Jacobsen
4. juni kl. 17:15

Skuldin er vaksin munandi samanborið við árið fyri, serliga orsakað av stórum lántøkum og íløgum.

Á fundi 27. mai samtykti bygdaráðið einmælt ársroknskapin fyri 2025. Samlaðu inntøkurnar vóru 90,3 milliónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar vóru 68,3 milliónir krónur. Samstundis gjørdi kommunan íløgur fyri 24,7 milliónir krónur.

Skuldin tók stórt lop

Roknskapurin vísir, at langtíðarskuldin vaks úr 25,9 milliónum krónum í 2024 upp í 36,9 milliónir krónur í 2025. Samlaða nettoskuldin endaði á 20,2 milliónum krónum, svarandi til 23 prosent av álíkningini.

Samstundis minkaðu tøku peningaupphæddirnar hjá kommununi úr 11,1 milliónum krónum niður í 4,7 milliónir krónur.

Skattainntøkurnar draga stóra lessið

Kommunuskatturin var størsta einstaka inntøkukeldan hjá kommununi. Hann gav 64,7 milliónir krónur í 2025 samanborið við 57,8 milliónir krónur árið fyri. Eisini vóru inntøkurnar frá felagsskatti og skatti av eftirlønargjøldum munandi.

Hóast skuldin er vaksin nógv, leggur kommunan dent á, at raksturin er støðugur, og at roknskapurin vísir eitt gott fíggjarligt grundarlag undir virkseminum. Bygdaráðið hevur tí góðkent roknskapin uttan viðmerkingar.

Sí roknskapin her

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57