Nøgdin av kokaini í spillvatninum í Keypmannahavn er tvífaldað seinastu tíggju árini. Tað vísir ein nýggj spillvatnsfrágreiðing frá Sundhedsstyrelsen, sum lýsir rúsevnisnýtsluna í Danmark í 2025.
Størst í høvuðsstaðarøkinum
Fyri fyrstu ferð eru dátur savnaðar frá 29 reinsiverkum kring Danmark. Mátingarnar fevna um spillvatn frá umleið helvtini av donsku íbúgvunum.
Úrslitini vísa, at nøgdin av kokaini fyri hvønn íbúgva er størst í stórbýunum og allra størst í høvuðsstaðarøkinum.
Jacob Møller Antonsen, yvirlækni og sektiónsleiðari í Sundhedsstyrelsen, sigur, at kokainnýtslan serliga veksur í stórbýunum. Hon er hægri um vikuskiftini enn gerandisdagar, men nýtslan er eisini til gerandis.
Nýtslan er meira en sjey tons
Frágreiðingin metir, at árliga kokainnýtslan í Danmark er meira enn sjey tons. Í fjør var kokain 21 prosent av øllum haldlagdum rúsevnum.
Sambært Jacob Møller Antonsen liggur Danmark høgt í evropeiskum høpi og hægri enn bæði Noreg og Svøríki.
Lene Caspersen, sosialyvirlækni í Keypmannahavnar kommunu, sigur, at fleiri venda sær til kommununa, tí tey eru bundin av kokaini og ikki megna at sleppa úr nýtsluni uttan professionella hjálp.