Ongi úrslit

Stak friðarlig í nátt - fólk skundaðu sær heim undan illveðrinum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga ringt veður í nátt og tað merktist hjá løgregluni, tí sum heild hevur tað verið stak friðarligt.

Tá ið skeinkistøðini lukkaðu, skundaðu fólk sær til hús - men akkurát um fýra tíðina í nátt, vóru boð eftir løgregluni tí ein maður var so ólátaður at hann var til ampa fyri onnur.

Hetta var í Havn, men tá ið løgreglan fór at tosa við hann, vildi hann ikki siga, hvør hann var.

Sostatt varð hann tikin við á støðina, tí fólk hava skyldu at upplýsa fyri løgregluni hvussu tey eita, nær tey eru fødd og hvar tey búgva.

Seinni fekk løgreglan greiði á, hvør hann var, so hann er leyslatin aftur fyri eini løtu síðani.

Men hann hevði so tvær bøtur við sær, tá ið hann fór til hús, onnur bótin var upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar, og hin bótin var upp á 1.000 krónur fyri at nokta at upplýsa hvør hann var.

Fyrr um kvøldið, um sjey tíðina í gjárkvøldið, varð eisini ringt til løgregluna at koma eftir einum manni, sum var komin inn í eini privathús har hann var til ónáðir. Løgreglan tók hann við á støðina og hann varð leyslatin aftur klokkan fimm í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07