Stanley Samuelsen í nýggju háskúlasongbókini

Yrkingin hjá Janusi Djurhuus, Um eg kundi kvøðið, ið Stanley Samuelsen hevur gjørt lag til, er tikin við í nýggju háskúlasongbókina

Sigurjón Einarsson
12. november 2020 kl. 13:35

Fuglfirðingurin Stanley Samuelsen er ein errin maður í hesum døgum, og tað hevur hann alla orsøk til. Sangur hansara, Um eg kundi kvøðið, er tikin við í nýggju háskúlasongbókina. Sangurin er gjørdur yvir yrkingina hjá Janusi Djurhuus av sama navni.

Nýggja háskúlasongbókin hevur 151 nýggjar sangir við, ið eru valdir út av einum bruttolista, har yvir 3.000 sangir vóru við. Nýggju sangirnir í bókini eru ein blandingur millum nýggjar og eldri sangir, ið egna seg væl til felagssang.

Og nú hevur ein føroyskur sangur - í danskara útseting - eisini fingið pláss í danska songarvinum.

Lagið kom meðan hann las yrkingina

Stanley Samuelsen sigur, at lagið kom til hansara, meðan hann las yrkingina.

- Eg minnist tað týðiliga. Tá eg hevði lisið yrkingina lidna, var lagið eisini liðugt. Sangurin verður altíð væl móttikin, hvar eg so spæli. Eg nevni hann sum ein “Faroese Lovesong”, tá eg spæli sangin uttanfyri Norðurlond, sigur Stanley við heimasíðuna hjá háskúlasongbókini.

Stanley flutti sum 19 ára gamal til Danmarkar og hevði Sangbók Føroya Fólks við sær. Tá hann gjørdist pápi, fór hann at hugsa meir um sín egna uppruna, og fór í holt við at syngja føroyskar sangir og lesa føroyskar yrkingar. Um eg kundi kvøðið var eitt av fyrstu løgunum, ið Stanley gjørdi.  

Fakta um Hvis jeg kunne synge (Um eg kundi kvøðið)

Nr. 462 í 19. útgávuni av háskúlasongbókini

Tekstur: J.H.O. Djurhuus, 1904

Lag: Stanley Samuelsen, 1986