Ongi úrslit

Stanley Samuelsen verður fagnaður: Stór konsert í Fuglafirði

Stanley Samuelsen verður fagnaður í heimstaðnum Fuglafirði við stórari konsert og kendum gestasangarum.

Stanley Samuelsen.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Fríggjakvøldið 3. juli verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um eina forkunnuga fagnaðarkonsert fyri Stanley Samuelsen.

Stanley fylti 75 ár 30. apríl. Hann fekk eisini handaðan ársins tónleikaheiður á FMA. Nú verður hann fagnaður í heimstaðnum Fuglafirði.

Kend nøvn tulka sangirnar

Á konsertini fara Guðrun Sólja Jacobsen, Jens Marni Hansen, Anna Lovisa á Myri og Astrid Samuelsen at tulka sangir hjá Stanley.

Jóhannus á Rógvu Joensen, Kim Hansen og Jósva Debes manna orkestrið. Teir skulu syrgja fyri, at tónleikurin fær bestu viðferð.

Aftaná fer Stanley Samuelsen sjálvur á pall.

Yvirskotið fer til Alzheimerfelagið

Løgini hjá Stanley Samuelsen eru við tíðini vorðin fólkaogn í Føroyum.

Hann er føddur í Fuglafirði og er sangari, sangskrivari, tónasmiður og gittarleikari. Sum 11 ára gamal fekk hann ein gittara úr Íslandi og lærdi seg sjálvur at spæla.

Stanley ynskir, at møguligt yvirskot av konsertini fer til Alzheimerfelagið.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57