Ongi úrslit

Starlink vil veita internet í Føroyum - stovnaðu føroyskt smápartafelag

Fyritøkan hjá heimsins ríkasta manni, Elon Musk, hevur nú formelt sett fótin í Føroyum. Tann 28. mars varð smápartafelagið Starlink Faroe Islands skrásett hjá Skráseting Føroya, og umsókn er send Fjarskiftiseftirlitinum um loyvi at veita fjarskiftistænastur í landinum.

Halgir Winther Nagata
2. apríl 2025 kl. 15:51

Starlink, sum er partur av SpaceX hjá Musk, bjóðar internettænastu við nýggjari fylgisveinatøkni. Yvir 7.000 lítlir fylgisveinar eru longu í ringrás um jørðina og tryggja breiðbandsamband, serliga í økjum har vanligir káplar ikki røkka. Nú er ætlanin, at eisini føroysk húski og vinnufyritøkur kunnu fáa atgongd til hesa tænastu - treytað av góðkenning frá føroyskum myndugleikum.

Deild í Føroyum kravd

Tað var advokaturin Annfinn V. Hansen, sum vegna Starlink hevur stovnað felagið, skrivar vp.fo. Hann sigur seg ikki vita nógv meir enn tað, ið framgongur í skrásetingini, men vísir á, at ein deild í Føroyum er ein treyt fyri at søkja loyvi til at veita fjarskiftistænastur sambært føroysku lógini.

Tað er eisini hendan treyt, ið Starlink hevur fylgt. Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, váttar, at umsókn er móttikin, og at tað var greitt boð til Starlink frammanundan: uttan føroyska deild, eingin viðgerð av umsókn.

Tænasta longu brúkt í Føroyum

Hóast Starlink nú fyrst alment ger seg inn á føroyska marknaðin, er tænastan ikki ókend her. Felagið Vikmar hevur í eini hálvtannað ár selt Starlink-tøkni, ið tryggjar internet á millum annað Smyrli, Brimli og fleiri føroyskum fiskiskipum, skrivar dagur.fo. Eisini Kringvarpið hevur Starlink-dekning sum part av tilbúgvingini, skuldi sambandið við útheimin verið óvirkið.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

21 tímar síðan

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

4 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07