Ongi úrslit

Starvsfólkatalið í Føroyum veksur: Men í alivinnuni fækkast starvsfólkini

508 fleiri fólk vóru í starvi í september enn fyri einum ári síðani. Men meðan flutningsvinnan og matstovuvinnan vaksa, gongur øvugta leiðin í alivinnuni.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Starvsfólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa. Í september vóru 30.576 fólk í starvi. Tað eru 508 fleiri enn sama mánað í fjør, svarandi til ein vøkstur upp á 1,7 prosent.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, sum vórðu kunngjørd í dag.

Vøksturin er bæði millum kvinnur og menn. Í september vóru 15.608 menn og 14.968 kvinnur í starvi. Talið av monnum í starvi vaks við 1,8 prosentum og talið av kvinnum við 1,6 prosentum.

Flutningsvinnan og matstovuvinnan vaksa mest

Størsti vøksturin var í flutnings- og goymsluvinnuni, har 118 fleiri fólk vóru í starvi enn í september í fjør.

Í gistingar- og matstovuvinnuni vóru 114 fleiri starvsfólk, meðan talið í almennari umsiting, verju og lógarásettum almannaveitingum vaks við 100 fólkum.

Men ikki allar vinnur hava framgongd.

Í landbúnaði, skógrøkt og fiskiveiðu vóru 107 færri starvsfólk enn fyri einum ári síðani. Sambært Hagstovuni stavar afturgongdin serliga frá alivinnuni.

Kvinnur arbeiða oftari hjá tí almenna

Tølini vísa eisini stóran mun á, hvar kvinnur og menn arbeiða.

57 prosent av øllum starvsfólkum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum, meðan 43 prosent arbeiða hjá almennum arbeiðsgevarum, har eisini almenn partafeløg eru tald við.

Meirilutin av kvinnunum arbeiðir hjá almennum arbeiðsgevarum, meðan tað sama bert er galdandi fyri umleið fjórða hvønn mann.

Seinastu árini er talið av kvinnum hjá almennum arbeiðsgevarum vaksið serliga nógv. Samstundis eru støðugt fleiri menn komnir í starv hjá privatum arbeiðsgevarum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12