Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,8 prosent í mai. Tað er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør.
Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya. Í mai vóru 308 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað eru 63 færri enn í mai í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraði tað til 252 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru 47 færri enn sama mánað í 2025.
Menn hava hægri arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið var hægri hjá monnum enn hjá kvinnum. Hjá monnum var tað 1 prosent, meðan tað hjá kvinnum var 0,7 prosent.
Í mai vóru 188 menn og 120 kvinnur rakt av arbeiðsloysi. Hjá monnum er talan um eina minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri. Hjá kvinnum var støðan óbroytt.
Arbeiðsloysið er hægst í Suðuroy
Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroyarøkinum, har tað var 1,3 prosent. Tað er tó eitt heilt prosentstig lægri enn í mai í fjør.
Lægsta arbeiðsloysið var í Vága- og Norðoyaøkjum, har tað var 0,6 prosent.
Millum aldursbólkarnar var arbeiðsloysið hægst hjá teimum 25–34 ára gomlu við 1,2 prosentum. Lægst var tað hjá teimum 16–24 ára gomlu við 0,4 prosentum.
Í mai vóru 46 fólk langtíðararbeiðsleys. Tað svarar til 15 prosent av teimum, sum vóru rakt av arbeiðsloysi.