Tryggingarfelagið LÍV søkir eftir einum royndum og framskygdum stjóra. Umsóknarfreistin er í dag, 3. august, men samrøður kunnu verða hildnar leypandi.
Nýggi stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni og skal tryggja, at felagið verður rikið trygt, skynsamt og væl skipað.
Stjórin skal eisini standa á odda fyri menningini av felagnum í einum marknaði, har krøvini til talgilding, ráðgeving, váðastýring og lógarfylgni støðugt vaksa.
LÍV umsitur ein stóran part av eftirlønaruppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og fakfeløgunum.
Fleiri enn 30.000 kundar
LÍV-samtakið fær árliga umleið 550 milliónir krónur í inngjøldum frá fleiri enn 30.000 kundum. Hjá felagnum starvast 31 fólk.
Umsøkjarar skulu hava hollar leiðsluroyndir, gott fíggjarligt innlit og viðkomandi hægri útbúgving. LÍV samstarvar við Momentum um setanartilgongdina.