Endamálið er at fáa greiðari svar upp á, hví summi velja at verða verandi í Danmark, meðan onnur flyta heim aftur til Føroya.
Kanningin fevnir um føroyingar, sum eru fluttir til Danmarkar eftir 1999 og byrjaðu á yrkisútbúgving ella hægri útbúgving innan 12 mánaðir eftir flytingina. Við eru fólk, sum byrjaðu útbúgving áðrenn 1. oktober 2025.
Granskarar vilja hava nýggja vitan
Sambært granskarunum skal verkætlanin geva nýggja vitan um útbúgvingarval, arbeiðsmøguleikar, trivnað og tilknýti hjá føroyskum útisetum. Eisini skal kanningin vísa, hvørji viðurskifti hava týdning fyri, hvar føroyingar velja at búgva.
– Vit vita framvegis ov lítið um, hvørjir faktorar hava týdning fyri, hvar føroyingar velja at útbúgva og búseta seg, siga Erika Anne Hayfield og Tróndur Møller Sandoy, sum leiða verkætlanina.
Vinningar skulu fáa fleiri at svara
Luttakararnir hava fingið spurnablað gjøgnum danska Digital Post. Tað tekur umleið 20 til 30 minuttir at svara.
Tá kanningin er liðug, verður lutakast um ein høvuðsvinning upp á 5.000 krónur og fimm vinningar upp á 1.000 krónur hvør.
Kanningin verður fíggjað av Granskingarráðnum, Fróðskaparsetri Føroya, Betri Stuðli og Rockwool-grunninum.