Spurningurin um rættindini hjá fólki at fara í hagan, hevur verið eitt klandursmál í føroyskum politikki í fleiri ár.
Men undir seinastu samgongu varð ein nýggj ferðavinnulóg samtykt sum tryggjar fólki rættin til at fara út í náttúruna undir ávísum reglum.
Tað vóru samgongan og Sambandsflokkurin, sum var í andstøðu ,sum gjørdi semju um málið og fingu lógina samtykt.
Men nú nýggj samgonga er skipað, hava røddir verið frammi um at broyta tað lógina aftur. Serliga er tað Fólkaflokkurin, sum vil hava lógina broytta, tí tey siga, at ognarrætturin er tikin frá bøndrunum.
Tí vilja tey hava, at tað aftur skulu vera bøndurnir, sum fáa óskerdan rætt til jørðina og tað eru teir einsamallir, sum skulu gera av, hvør skal vera á teirra jørð.
Í ískoytinum til ólavsøkurøðunu hjá løgmanni stendur, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Og tað verður eisini nevnt, at burðardygdargjaldið verður tikið av, at bøndur skulu kunna taka gjald frá ferðafólkum.
Hetta endurtók Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í morgun, nú Løgtingið er farið at viðgera røðuna.
Men tað er ikki semja í samgonguni um hetta. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, staðfesti, at hann veit ikki um nakra avtalu í samgonguni um at rulla ferðavinnulógina aftur, og hann staðfesti samstundis, at tað fer Sambandsflokkurin ikki at góðtaka.
– Sjálvur arbeiddi eg nógv við hesum málinum, tá eg var landsstýrismaður, men tað fekk ikki undirtøku í landsstýrinum, sigur hann.
– Men undanfarna landsstýri tók málið uppaftur, og fekk tað ígjøgnum, í semju við Sambandsflokkin, legði hann afturat.
– Tað undrar meg, at hesi orðini nú standa í ískoytispartinum til løgmansrøðuna, tí hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann leggur afturat, at sum hann hevur skilt tað, hevur tað heldur ikki verið fyri á landsstýrisfundi, og tað er heldur ikki viðgjørt í samgonguni.
– Og lat tað vera púra greitt, at vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, sigur Helgi Abrahamsen.