Ongi úrslit

Stórabrekka í Tórshavn: Byggingin av nýggja røktarheiminum er nú av álvara í gongd

Byggingin av nýggja røktarheiminum á Stórubrekku í Tórshavn er komin í eitt nýtt stig, og arbeiðið gongur nú skjótt fram.

Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Arbeiðið at byggja nýggja røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík er nú av álvara komið í gongd. Starvsfólk hjá Articon stoypa í løtuni fundament og gólv, so klárt verður at seta veggirnar upp áðrenn summarfrítíðina.

Samstundis er jørðarbeiðið komið væl áleiðis, og økið rundan um byggiplássið verður longu gjørt klárt til planting og fríðkan.

Størsta røktarheimið í kommununi

Tá arbeiðið er liðugt, verður Stórabrekka størsta røktarheimið í Tórshavnar kommunu. Heimið fær 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør. Tær verða tær fyrstu av sínum slag í Føroyum.

Verkætlanin varð sett á skinnarar, tá Tórshavnar býráð í mars 2025 samtykti arbeiðstøkusáttmálan við Articon. Tilboðið ljóðaði upp á 296,3 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. Fimm fyritøkur bjóðaðu upp á arbeiðið.

Heim mitt í náttúruni

Røktarheimið verður bygt á einum umleið 50.000 fermetra stórum øki við Dalin Langa. Byggingin er sniðgivin sum fleiri smærri samanbygd hús, ið fylgja landslagnum og geva gott útsýni bæði móti Nólsoynni og Dalinum Langa.

Dentur verður lagdur á heimligar og tryggar karmar. Byggingin fær felagsøki við góðum dagsljósi, stórkøk, vaskarí, fysio- og ergoterapi umframt vard tún og útirúm. Tilfarið verður í høvuðsheitum timbur og flag, og innandura verður dentur lagdur á ein heitan og heimligan dám.

Eftir verandi tíðarætlan skal røktarheimið standa liðugt tíðliga í 2028.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24