Ongi úrslit

Stórar landingar av svartkjafti í Føroyum seinastu vikuna

Føroysku uppsjóvarvirkini hava fingið stórar nøgdir av svartkjafti seinastu dagarnar, har fleiri skip hava landað nógv tons kring landið. Serliga í Fuglafirði og á Tvøroyri hevur verið nógv virksemi við landingum og framleiðslu.

Christian í Grótinum landaði 3.350 tonsum av svartkjafti til Havsbrún í síðstu viku.
Edmund Jacobsen
4. mai kl. 04:12

Seinastu dagarnar eru fleiri stór skip komin á land við svartkjafti. Finnur Fríði kom á Tvøroyri við 1.400 tonsum, sum verða landað til Varðan Pelagic, har fiskurin verður heilfrystur.

Somuleiðis kom Arctic Voyager á Fuglafjørð við 1.400 tonsum, sum verða landað til Pelagos. Teir fiskaðu vestur úr Sandoynni, og tað vísir, at fiskurin er fluttur norðureftir.

Gøtunes hevði 1.500 tons, og Birita hevði 1.900 tons, sum vórðu landað til ávikavist Varðan Pelagic og Havsbrún.

Nógv virksemi í Fuglafirði

Í Fuglafirði hava landingarnar verið serliga stórar. Bara í s´ðstu vikuna eru meira enn 13.500 tons av svartkjafti landað har.

Millum skipini, sum hava landað til Havsbrún, eru Jupiter við 2.400 tonsum, Christian í Grótinum við 3.350 tonsum, Fagraberg við 2.800 tonsum og Borgarin við 2.400 tonsum.

Harumframt hava skip eisini landað til Pelagos, millum annað Norðingur og Atlantic Voyager, sum hvør hevði umleið 1.300 tons.

Fiskað kring Føroyar

Flestu skipini hava roynt í føroyskum sjógvi, bæði sunnanfyri og vestur úr Føroyum. Nøkur hava eisini roynt longur suðuri og vesturi, men tað tykist, sum fiskurin nú er fluttur longur norður.

Hetta sæst eisini á fiskileiðunum hjá skipunum, har fleiri hava fingið sínar lastir beint vestur úr Sandoynni ella sunnanfyri Føroyum.

Umframt svartkjaft hevur eisini verið landað annað fiskaslag. Tummas T. landaði 550 tons av gulllaksi á Tvøroyri.

Hetta vísir, at virksemið í uppsjóvarvinnuni framvegis er høgt, og at fleiri fiskasløg eru at fáa í føroyskum sjógvi í løtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57