Ongi úrslit

Stórhending í Havn: Michelin-hátíðin verður hildin í Føroyum í 2027

Føroyar verða miðdepil fyri norðurlendsku matstovuvinnuna, tá Michelin 3. mai 2027 savnar fremstu kokkar og matstovur í Norðurlandahúsinum.

© Michelin.
Norðurlandahúsið verður 3. mai 2027 karmur um stóru norðurlendsku Michelin-hátíðina, har fremstu matstovurnar verða heiðraðar.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Fyri fyrstu ferð verður stóra norðurlendska Michelin-hátíðin hildin í Føroyum. Mánadagin 3. mai 2027 verður Norðurlandahúsið í Havn karmur um hátíðina, har bestu matstovurnar í Norðurlondum verða heiðraðar.

Tað boðar Michelin frá í tíðindaskrivi í dag, fríggjadagin 13. november.

Á hátíðini verða matstovur úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki heiðraðar fyri síni avrik. Kokkar, umboð fyri matstovuvinnuna og fjølmiðlar úr øllum Norðurlondum fara at taka lut.

Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar karmar um hátíðina

Sjálv Michelin-hátíðin verður í Norðurlandahúsinum, meðan veitslan aftaná verður á Hotel Føroyum.

Tiltakið verður skipað í samstarvi við Visit Faroe Islands, sum eisini fer at kunna gestirnar um føroyska matmentan og vísa teimum føroysku náttúruna.

Longu sunnukvøldið 2. mai verður eitt serligt tiltak fyri gestunum, har føroyskar rávørur og staðbundnar matsiðvenjur verða í miðdeplinum.

Michelin leggur í fráboðanini dent á, at føroyska matstovuvinnan er merkt av eini livandi matmentan, har staðbundnar rávørur, siðvenjur og nútímans matgerð ganga hond í hond.

Føroysk feløg stuðla stórhendingini

Fleiri føroyskir almennir myndugleikar og privatir samstarvsfelagar standa aftan fyri tiltakið.

Talan er um Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Tórshavnar kommunu, Bakkafrost, Atlantic Airways, Christian í Grótinum, JFK og Krás.

Michelin boðar frá, at fleiri upplýsingar um hátíðina verða kunngjørdar seinni.

Við hátíðini fáa Føroyar høvi at vísa sína matmentan fram fyri nøkrum av fremstu kokkunum og matstovufólkunum í Norðurlondum.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

23 tímar síðan

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48