Eftir tvær vikur við drúgvum samráðingum í London eru strandarlondini samd um at fylgja vísindaligu ráðgevingini frá ICES fyri tríggjar stórar uppsjóvarfiskastovnar.
Samtyktu veiðimørkini fyri 2027 eru:
Makrelur: 352.938 tons
Norðhavssild: 588.004 tons
Svartkjaftur: 1.064.191 tons
Hetta upplýsir Uttanríkis- og fiskimálaráðið.
Nýggjar samráðingar í desember
Hóast semjuna um veiðimørkini er býtið millum londini framvegis óloyst.
Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg hittast aftur í London 1.–2. desember fyri at samráðast um eitt nýtt framtíðarbýti av svartkjafti.
Dagarnar 3.–4. desember verða nýggjar samráðingar um makrel millum Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.
Endamálið er at fáa hini strandarlondini við í makrelsemjuna millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg.
Russland hevur eisini verið umboðað á samráðingunum í London.