Heystferian er tíðin har nógv fólk ferðast við ferjunum hjá Strandferðsluni.
Hetta er jú tíðin, har nógv fólk ferðast í sambandi við rakstur og fletting, ella fara at ferðast at familju ella at njóta nakrar frídagar saman við sínum nærmastu, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi.
Í ár byrjaði heystferiuni fríggjadagin 9. oktobur og tað sæst eisini aftur í talinum á ferðafólkum, sum ferðaðust við ferjunum hjá Strandferðsluni.
Hendan fríggjadagin ferðaðust 2.163 fólk við Strandferðsluni og hetta var eisini tann størsti einstaki ferðadagurin í heystferiuni. Tilsamans sigldu 6.230 ferðaólk við Strandferðsluni fyrsta vikuskiftið í heystfrítíðini.
Mikudagin var illveður kring landið og hetta førdi eisini við sær nógvar avlýsingar bæði hjá skipum og ferjum. Hetta sæst eisini aftur í ferðatølunum, tí bara 184 fólk vóru við á teimum túrunum hjá Oyggjaleiðum, sum vóru hendan dagin.
Heystferian endaði sunnudagin og hendan dagin ferðaðust 1.749 ferðafólk við Strandferðsluni. Tilsamans ferðaðust 5.609 fólk við Strandferðsluni hetta vikuskiftið.
– Við hesum kom talið á ferðafólkum, sum ferðaðust við skipunum hjá Strandferðsluni í heystferiuni upp á 14.414 ferðafólk.