Strandferðslan mælir til at gera ábøtur á Smyril fyri 120 milliónir  

Skal Smyril halda nøkur ár afturat, hevur tað stóran týdning, sigur Strandferðslan

Smyril i Nólsoyarfjørði. Myndina tók John Martin Olsen
Áki Bertholdsen
12. apríl 2024 kl. 08:30

– Skal Smyril halda í eini tíggju ár afturat, hevur tað avgerðandi týdninh, at stórar ábøtur verða gjørdar.

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Smyril fyllur 20 ár næsta ár, og Strandferðslan hevur fleiri ferðir víst á, at hann siglur so nógv, at hann er sættiliga illa slitin.

Samstundis verður alt meiri vanligt, at hann hevur tekniskar trupulleikar av ymsum slagi og má takast úr sigling einstakar túrar.

Og Niels Juel Arge sigur, at skal Smyril verða álítandi í suðuroyarsiglingini, verður neyðugt, at stórar ábøtur verða gjørdar.

Í fyrstu syftu hevur Strandferðslan mælt til, at Smyril fær síðuskrúvur aftan. Sum er, verður lagt at við skrúvunum og við at snarað róðrini fult í borðið. 

– Tað elvir til ógvusligar ristingar har afturi í skipinum og tað er rættiliga hart fyri skrokkin, tí stálið fær skaða og tað koma rivur í tað, sigur stjórin.

– Men hevði hann fingið síðuskrúvurnar, hevði hann kunna brúkt tær og tað hevði minkað munandi um ristingarnar, leggur hann afturat.

Men tað er ein dýr søga, tí Niels Juel Arge sigur, at tað kostar einar 60 milliónir krónur. Tá er talan um síðuskrúvur, umframt tveir hjálpimotorar og ein eltalva.

Strandferðslan hevur mælt til, at arbeiðið verður gjørt tá ið Smyril fer í dokk til vanligt eftirlit næsta ár.

Somuleiðis hevur Strandferðslan mælt til at høvuðsmotorarnir á Smyrli verða skiftir í 2028, og tað kosta aðrar 60 milliónir.

Sostatt mælir Strandferðslan til, at ábøtur verða gjørdar fyri tilsamans 120 milliónir krónur hesi næstu fýra árini.

– Tað hevði havt stóran týdning fyri, hvussu væl hann heldur, og hvussu væl hann fer at rigga hesi næstu árini, sigur Niels Juel Arge.