Í hesum døgum eru nógv, sum halda studentaveitslur, og tað merkist viðhvørt hjá grannum, tá náttarfriðin verður órógvaður.
Í nátt fekk løgreglan aftur boð frá fólki, sum ikki fingu sovið orsakað av larmi frá einari studentaveitslu.
Løgreglan fór á staðið, tosaði við studentarnar og bað tey vísa størri fyrilit og halda minni gang.