Sum vit áður hava greitt frá, doyði ein stór grind í Havn í gjár. Grindin liggur um 400 hvalir og tað er so nógv, at eisini onnur, uttan fyri Tórshavnar kommunu, vóru vælkomin at fáa burtur av.
Sumbiar kommuna var ein kommuna, sum hevði áhugað at fáa grind. Men vit fingu upplýst. at tey máttu geva avboð aftur, tí tey sluppu ikki at føra grind við Smyrli.
Av Strandferðsluni verður upplýst, at boðini, Sumbiar kommuna fekk frá Smyrli, vóru, at tey kundu føra hvalir suður við Smyrli.
Einasta treyt var, at lastin, sum hvalirnir vóru í, var tøtt, soleiðis at blóð, og annað, ikki lak á dekkið. Hetta er sama treyt sum eru til aðrar lastir, eitt nú til treylarir við fiski, verður sagt av Strandferðsluni.