At renna Maraton inni í stórbýum, er rættiliga vanligt fleiri staðni. Hóast okkara høvuðstaður neyvan kann kallast ein stórbýur, hevur maratonrenning eisini verið her í fleiri ár.
Og sunnudagin verður tað aftur, at rennarar, og fólk til gongu, fara at fylla havnargøtur, og vegin inn til Kaldbaks, og í sjálvari Kaldbaksbygd.
Hetta verður 24. árið á rað, skipað verður fyri Tórshavn Marathon, sigur Bragdið, sum skipar fyri.
Tað eru fleiri teinar at velja ímillum. Summi renna eitt heilt maraton, sum er góðar 42 kilometrar, summi renna eitt hálvt, nøkur renna 10 kilometur, onnur renna 5,5 kilometrar, og so eru tað eisini nøkur, sum fara at ganga eitt hálvt maraton.
Hesa ferð eru tað næstan 700 fólk, sum hava meldað til. Tey eru bæði úr Føroyum og úr 33 øðrum londum kring heimin.
Bragdið sigur, at tað krevur sítt at skipa fyri so stórum tiltaki og tey í Bragdinum siga, at tilsamans vera yvir 100 sjálvboðin hjálparfólk til staðar á sjálvum tiltakinum, og í døgunum, og mánaðunum uppundir tiltakið.
Runnið verður úr Vágsbotni, Yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir.
Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur.
Komin til krossin har Hvítanesvegurin og Ringvegurin møtast, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur í Vágsbotn.
Gongufólkið byrjar í Kaldbak. Tey verða koyrd í bussum av farstøðini klokkan 12.30 og fara til gongu úr Kaldbak kl 13.
Týski rennarin, Raoul Jankowski, sum hevur vunnið Tórshavn Marathon tríggjar ferðir, og sum eisini eigur metið sum er 2 tímar 35 min og 11 sek, er eisini við ár. Metið setti hann í 2022.
Startskotið til Tórshavn Marathon verður í Vágsbotni sunnudagin klokkan 13. Sostatt verður ferðslan avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak. Men tey í Bragdinum siga, at »fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er«.
Tey vóna eisini, at nógv fólk fara at stuðla teimum, sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars.
– Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag, siga tey í Bragdinum.