Ongi úrslit

Svalbarð setti hitamet: Juni var óvanliga heitur

Búsetingin Ny-Ålesund á Svalbarði hevði í ár sín heitasta juni, síðan mátingarnar byrjaðu. Miðalhitin var 5,7 stig, eins og í 2022.

© Wikipedia.
Ny-Ålesund. Myndin er frá 2013.
Edmund Jacobsen
22 tímar síðan

Juni varð metheitur í Ny-Ålesund, sum er heimsins norðasta búpláss við heilársbúseting. Miðalhitin var 5,7 stig. Hetta er aðru ferð í fimm ár, at miðalhitin í juni hevur verið so høgur.

Tíggju av teimum 17 norsku hitametunum, sum vórðu sett ella javnað í juni, vórðu skrásett á Svalbarði.

– Tað er tíverri ikki óvæntað, at hitamet verða sett á Svalbarði, tí tað er í Arktis, at upphitingin gongur skjótast, sigur veðurlagsgranskarin Helga Therese Tilley Tajet.

Havísurin bráðnaði tíðliga

Arktis hitnar umleið tvær til fýra ferðir skjótari enn heimurin sum heild. Í Barentshavinum kann upphitingin vera upp í sjey ferðir skjótari enn heimsmiðalhitin.

Havísurin fór eisini tíðliga at bráðna í vár. Hin 10. juni var havísurin 11,18 milliónir ferkilometrar til víddar. Tað var fimtalægsta skrásetingin nakrantíð henda dagin.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

15 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00