Tað gjørdist veruliga spennandi móti endanum, men við einum 1-2-tapi fyri Sveis mikukvøldið misti Kanada ein týðandi fyrimun í knockout-umfarinum í HM.
Sigurin hjá Sveis merkir, at liðið kann kalla seg vinnara av bólki B, meðan Kanada má noyðast við annaðplássinum, framman fyri Bosnia-Hersegovina vegna betri málmun.
Harvið gleppur møguleikin hjá vertstjóðini at spæla næsta dystin í Vancouver, har mikukvøldins dystur eisini varð spældur, og nú bíðar longri ferðatíð hjá kanadiska liðnum.
Sveis er víðari sum eittari við sjey stigum.
Hin dysturin í kvøld var millum Bosnia-Hersegovina og Katar. Tann dysturin endaði 3-1 til Bosnia- Hersegovina, sum er nummar trý við fýra stigum í bólki B. Katar er nummar fýra við bert einum stigi.
Klokkan 23. bresta Skotland og Brasilia saman, meðan Marokko tekur í móti Haiti.
Í nátt klokkan 02. spælur Suður Afrika í móti Suður Korea og Tjekka spælur í móti Meksiko.