Ongi úrslit

Svii fer at spæla við NSÍ í ár

Adrian Edqvist hevur í sínari yrkisleið fyrst og fremst spælt við feløgum í bestu og næstbestu deildini í Svøríki

NSÍ
4. mars kl. 18:20

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

SVENSKUR STYRKUR TIL NSÍ

NSÍ hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við svenska Adrian Edqvist. 26 ára gamli Adrian kemur sostatt at umboða NSÍ kappingarárið 2026.

Adrian Edqvist hevur í sínari yrkisleið fyrst og fremst spælt við feløgum í bestu og næstbestu deildini í Svøríki, har hann hevur leikt við feløgum so sum Kalmar, Jonkoping, Gefle IF og nú til seinast Østersunds FK. Adrian var í 2019 útleigaður til Go Ahead Eagles, ið tá leikti í næsbestu deildini í Hollandi.

Hann hevur eisini umboðað Svøríki á fleiri ungdómslandsliðum, har hann tilsamans er skrásettur fyri 26 dystir frá U16 til og við U19.

Adrian er ein leikari, ið kann spæla bæði bakkur og vongur. Samstundis kann hann eisini spæla á báðum síðum, so tað gevur venjaranum fleiri møguleikar at brúka leikaran.

Svenski leikarin er sera skjótur, hevur góðan tekniskan førleika og er óførur at seta press á mótleikaran.

Vit í NSÍ ynskja Adriani hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit frøðast um, at hann kemur at vera partur av besta hópinum hjá okkum her við Løkin, skrivar NSÍ.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

17 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57