Ongi úrslit

Tað kunnu bæði vera fyrimunur og vansar við hesi avgerðini hjá samgonguni

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tað var beinanvegin, at samgongan tók hesa avgerðina
Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við avgerðini hjá samgonguni um at avtaka verkætlanardeildina hjá Landsverki. Tað ásannar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum hevur Landsverk undir sær.

Tað vakti ans tá ið samgongan kunngjørdi, at Verkætlanardeildin hjá Landsstýrinum skuldi niðurleggjast. Og nú hevur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spurt hann hvat liggur aftan fyri hesa avgerðina.

Jacob Vestergaard sigur, at hendan samgonga tók beinanvegin politiska avgerð um, at tað ikki longur skuldi vera Landsverk, sum skuldi standa fyri byggiverkætlanum.

Tey siga, at tað er tí, at tað hevur ikki altíð gingið so væl og fleiri verkætlanir hava verið nógv dýrari og seinkaðar.

Í staðin skuldu tey hava eina nýggja skipan har umsitingin verður flutt frá Landsverki til tað ávísa aðalráðið, sum varðar av játtanini ella bygninginum.

– Størsti fyrimunurin við hesi skipanini er eitt greitt arbeiðsbýti. Landstýrisfólkið, ið fær játtanina, stendur fyri byggingini og hevur fíggjarliga og fakliga ábyrgd av verkætlanini, sigur Jacob Vestergaard.

– Við hesum er greitt, hvør hevur leiðslu og ábyrgd av byggiverkætlanini, og landsstýrisfólk hava betri fortreytir fyri at halda sína eftirlitsskyldu.

– Stjórnarráðið ger samstarvsavtalu við uttanhýsis byggiharraráðgevar, sum síðani taka sær av byggiharraráðgevingini og verkætlanarstýringini.

Vansar við skipanini kunnu vera, at hvørt ráð byggir upp sína egna serfrøði, tá ið talan er um at leiða størri byggiverkætlanir.

– Hetta kann hava við sær, at vitan hvørvur, og at skipanin í størri mun verður bundin at ávísum fólkum, heldur eini skipan, ella eini deild.

Jacob Vestergaard sigur, at tað er eyðsæð at í fyrstu atløgu fer ein slík umskipan eisini - í ein ávísan mun - at ávirka verandi rakstur og verkætlanir, har arbeiðini eru byrjað, og verkætlanir, sum verða fyrireikaðar.

Men hann sigur, at tað stendur til tey ávísu aðalráðini - í samstarvi við Landsverk - at skipa fyri, at hetta umskiftið gongur so smidliga sum gjørligt.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04