Tað endaði við 3-0 favorittsigri til heimaliðið, tá ið KÍ og EB/Streymur í kvøld í góðveðrinum í Klaksvík settu punktum fyri 21. leikumfari í Meistaradeildini.
Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 41 stig og er trý stig frá NSÍ, sum er topplið og favorittur at vinna FM. Tapið í Klaksvík í kvøld ber við sær, at EB(Streymur framvegis er á áttanda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur og fýra stig aftur til B68, og tað er eitt stig fram til Skála ÍF og trý stig fram til AB.
KÍ fer leygarkvøldið at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá KÍ í landskappingini verður annan sunnudag á útivølli ímóti 07 Vestur. Næsti dystur hjá EB/Streymi í landskappingini verður annan sunnudag, tá ið EB/Streymur fær vitjan av B36.
Fyri klaksvíkingar var tað sera kærkomið, at Odmar Færø í kvøld var á vøllinum í 90 minuttir.
Trivaligi heimasigurin í kvøld er staðfesting av, at heimaliðið leikliga var omaná, men gestirnir úr Sundalagnum vóru ongantíð niðurspældir, og spurningurin er, hvussu tað hevði tikið seg upp, um EB/Streymur hevði tikið av, tá ið Sowe Ba Lamin beinanvegin var mest sum einsamallur á KÍ hálvuni, sneiddi framvið málverjanum og so sendi bóltin skeivu megin stólpan, tá ið málið var opið.
Smáir 20 minuttir vóru farnir, tá ið Daniel Johansen legði KÍ á odda. Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á.
Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, og eitt nú hevði miðvallarin Hans Pauli á Bø stóran møguleika at javna.
So hevði KÍ fleiri hornaspørk, og tað var lætti, tá ið Páll A. Klettskarð í 69. minutti og seks minuttir eftir, at hann var skiftur inn, úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
EB/Streymur spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevði Gutti Dahl-Olsen góðan møguleika at minka um munin, men tað eydnaðist ikki.
Og so var tað fimm minuttir undan leikloki, at Árni Frederiksberg við brotssparki staðfesti 3-0 heimasigurin, sum er tann fyrsti í landskappingardysti á heimavølli síðani 2. august, tá ið tað ímóti B36 endaði 2-0.
KÍ - EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Daniel Johansen 19.
2-0: Páll A. Klettskarð 69.
3-0: Árni Frederiksberg br 85.
NSÍ | 21 | 13 | 5 | 3 | 44 | 24 | 44 |
KÍ | 21 | 11 | 8 | 2 | 42 | 19 | 41 |
HB | 21 | 11 | 4 | 6 | 27 | 25 | 37 |
B36 | 21 | 9 | 8 | 4 | 31 | 24 | 35 |
Víkingur | 21 | 8 | 9 | 4 | 30 | 23 | 33 |
AB | 21 | 7 | 2 | 12 | 29 | 37 | 23 |
Skála | 21 | 5 | 6 | 10 | 21 | 33 | 21 |
EB/Streymur | 21 | 5 | 5 | 11 | 25 | 35 | 20 |
07 Vestur | 21 | 5 | 3 | 13 | 18 | 37 | 18 |
B68 | 21 | 4 | 4 | 13 | 21 | 42 | 16 |